Einrøðuleikur eftir Gunnvá Zachariasen og Riu Tórgarð
“Í Føroyum livdi úti í Skúvoy ein kona, sum æt Sára Malena Guttormsdóttir. Hon sigst verða tann seinasta gandakellingin í Føroyum ...”
Sára Malena í Heimaragarði varð fødd í 1832 og doyði í 1903. Hon var einabarn. Longu sum barn hevði hon ringt orð á sær. Hini børnini vildu ikki hava hana við í spælið, tey vaksnu øtaðust við, hvussu hon tíggjaði sær og foreldur hennara høvdu helst viljað sloppið sær av við hana. Men hon var gløgg, dugdi at lesa langt áðrenn hon fór í skúla og røsk til alt arbeiði, inni sum úti. Seinni fóru søgur at ganga um hana, at hon skuldi duga gand og at biðja ilt yvir onnur. Tað segðist, at hon var atvoldin til fleiri vanlukkur, og at hon í fleiri førum hevndi seg afturfyri eyðmýking og happing. 
 “Frásagnirnar um heksina úr Skúgvi vórðu fortaldar við undran um alt landið,” skrivar fólkalívsfrøðingurin Eyðun Andreassen í grein síni um Sáru Malenu í Brá (1984). 
Nú, vit báðar (Ria og Gunnvá) eru komnar at kenna hana eitt sindur betur, eru vit enn líka hugtiknar og forvitnar. Vit kenna okkum drignar at henni, vit droyma hana, ynskja at mana hana fram, at tráspyrja hana um alt møguligt, vit ynskja at skilja hana. Vit hava lisið í keldum og vit hava tosað um hana. Vit hava tikið til okkum søgurnar um hana; vit hava valt burtur úr, spunnið og broderað víðari. Enn er hon líka duldarfull og samansett. Tað er, sum hoyra vit stillan látur onkustaðni frá. Ella er tað grátur?
Vælkomin til okkara tulking av søguni um Sáru Malenu.
PREMIERA í SKÚVOY OG LEIKFERÐ KRING ALT LANDIÐ
13. juni 2026 – á sjálvum deyðsdegnum hjá Sáru Malenu – verður premiera í Brúgvafjósinum úti í Skúvoy. Tó hava sýningar verið við Listaleypinum og í Mentanarvikuni í Runavíkar kommunu og Mentanarnáttini á Tvøroyri. 13. Juni verður premiera í Skúvoy og síðani verður leikferðin kring landið í heyst planløgd. 
Atgongumerki verða sett til sølu á atgongumerki.fo 
Leikurin, sum í heyst fer á leikferð kring landið, krevur ikki nógv: Ein sjónleikara, eina søgu, tvær lampur, ein krakk og eitt døkt rúm. 
Umbið leikin við at skriva til tvazz@tvazz.fo
Hugskot og konsept: Gunnvá Zachariasen
Leikstjórn: Ria Tórgarð
Leikari: Gunnvá Zachariasen 
Myndir: Gaui H. Pic
Leikrit: Kellingarnar báðar, Gunnvá og Ria hava skrivað og skapað einrøðuleikin við íblástri úr keldum frá Eyðun Andreassen, K.O.Viderø, Skúvoyarsøgu eftir Petur Andreassen og skaldsøguni eftir Sólruna Michelsen, umframt øðrum keldum og úr egnum hugaheimi. 
Framleiðsla: TVAZZ í samstarvi við Teatur Grugg
Stuðlað leikinum hava:
Back to Top