Eitt ynski á ferð
Sansavilliniborg á Barnafestivalinum hjá Norðurlandahúsinum.
Fyrsta sansalabyrint í Føroyum. Sansa labyrint er ein sjónleikur – eitt spæl, ein verð, ein ferð, ein uppliving, ein dreymur, eitt ynski – har áskoðarin sum hin Ferðandi trínur inn í pallmyndina og vitjar. Rúmini fortelja hvør á sín serstaka hátt sína søgu. Hin Ferðandi hittir Íbúgvarnar, sum hvør býr í sínum rúmi, og sum leiða tann forvitna Ferðandi longur inn í villinborgina, har allir sansir verða settir í spæl, allir 5 sansir – og teir 15 – ella 45? – ella var tað 155? – ella teir 783 sansirnir … ella fleiri? Tí tað er nevnliga eitt spæl ímillum íbúgvarnar og tey ferðandi, har hvør løta er serstøk, har allir aldrar upploysast, omma verður smágenta aftur, lítlibeiggi verður oldingi, tíðin upploysist, einans nærveran er til, í sansunum.
Hesa ferð varð samstarvað við Gabriel Hernandez úr Belgia og Marga Socias og Thomas Roper úr Barcelona, sum mynda bólkin Planeta 15.
The journey of a wish
The first ever sensory labyrinth in the Faroe Islands. Interactive Sensoric Theatre or The Poetics of the Senses is more than a play – it is a game, a journey, an experience, a dream, a wish – in which the audience members take on the role of the Traveller and enter the installation to visit spaces that each have their own narrative. The participant encounters the Inhabitants of these rooms who greet their curious visitors and then encorages them to penetrate deeper into the labyrinth, where all five senses (or is it 15 – or 45 – or was it 155 – or 783 senses?) will be activated. Get ready to play, beceause this immersive theatrical event is actually a game between the Inhabitants and the Travellers, in which each moment is special and all ages are reimagined. Grandma becomes a little girl again, little brother becomes ancient, time is set free, merely existing through the senses.
THE VISIBLE IS WHAT IS SEIZED UPON WITH THE EYES,
THE SENSIBLE IS WHAT IS SEIZED ON BY THE SENSES
- Maurice Merleau-Ponty
Viðmæli av “Einum ynski á ferð”
Av og á – og ikki ofta – upplivir tú okkurt, sum kennist so rætt, at tað ikki ber til at fara víðari, uttan at siga øðrum frá, so tey eisini skulu hava ein kjans at uppliva hetta.
Soleiðis kendi eg tað, tá eg hevði verið gjøgnum Sansavilliniborgina “Eitt ynski á ferð”, sum ber til at uppliva í Norðurlandahúsinum hesa vikuna til 9. apríl.
Hetta er ein uppliving, ið er ring at ummæla, tí ikki ber til at siga ov nógv, hetta skal upplivast og ikki greiðast frá. Men við heilt fáum orðum kann eg siga, at hetta er ein hjartanemandi og innilig uppliving. Ein ferð inn í hugaheimin, alheimin og teg sjálva/n. Tað er ikki bara ein sansavilliniborg, men ein ferð inn í villiniborgirnar í huga tínum, um tú letur teg fara við løtuni, sum ein pappírsbátur letur seg fara við ánni – at bara vera til eitt bil, ikki gera teg til nakað, ikki látast ella verða til reiðar.
Meginparturin av undirhaldi og tiltøkum vit kunnu fara til, vendir sær til extroverd menniskju. Har er nógv ljóð, nógv ljós, nógv orð/tónar, nógv og stórt av øllum. Alt skal taka okkum av bóli, tað skal floyma inn yvir okkum, gera okkum ovfarin, so vit koma út sum onnur menniskju ella í hvussu so er út við eini uppliving, sum vit ikki gloyma, tí hon yvirfloymdi allar sansir okkara og gav okkum nýtt og øðrvísi at hugsa um. Alt roynir at røkka okkum, rættir seg út eftir okkum og næstan onki bíðar eftir, at vit røkka út eftir tí.
Tað er helst ikki tilætlað, at alt hetta skal vera ágangandi, tað er bara so undirhald “skal vera” og ofta er tað eisini gott og spennandi og mennandi og alt tað, men hjá fólkið, ið eru meira introverd, krevja flestu sýningar/framførslur/etc. orku, ofta minst líka nógva orku, sum tey geva, onkuntíð kanska meira.
Soleiðis er ikki við Sansavilliniborgini. Hetta er nærum fyrstu ferð at eg havi upplivað eina sýning/framførslu/(ella hvat tað er), sum veruliga er til introverd menniskju. Upplivingarnar koma til tín, um tú hevur orku og mót at taka ímóti teimum, og so hvørt, sum tú ert til reiðar.
Úrslitið er so inniligt, at tað stendur eftir í dagar. Friðin, eg slapp at uppliva har inni, beri eg við mær leingi.
Túsund, túsund takk, at tit gjørdu hetta, Planeta 15, TVAZZ, Dagarnir 2016 og Norðurlandahúsið!
Og tit, sum enn ikki hava nýtt høvið at fara, gerið tað! Vaksin, takið børnini við! Børn, takið tey vaksnu við. Vinir, takið hvønn annan við! Ella far bara sjálv/ur uttan at taka nakran við, um tú so er 7, 17, 37, 57 ella 87. Far bara! Tað er so leingi millum slíkar upplivingar, so øgiliga leingi.
- Rakel Helmsdal
Stigtakari, hugskot og framleiðari // Promoter, idea and production: Gunnvá Zachariasen
Leikstjórn // Director: Gabriel Hernandez, Marga Socias
Pallsnið // Design: Gabriel Hernandez, Tomas Rober, Johan Holm Simonsen, John Ivar Venned (NLH), Liljan Køtlum (NLH)
Framleiðsla // Producer: Gunnvá Zachariasen
Íbúgvar // Inhabitants: Annika Respond Sørensen, Hans Tórgarð, Gunnvá Zachariasen, Johan Holm Simonsen, Mariann Hansen, Gabriel Hernandez
Framført á Barnafestivalinum hjá Norðurlandahúsinum apríl 2017. // Performed at the Children's Festival 2017 in the Nordic House.