4.48 Psykosa eftir Sarah Kane
4.48 Psykosa (1999) – ein ferð inn í tunglyndi og djúpa sálarkvøl, er lívið vert at livað? Sarah Kane er hóast sín unga aldur ein tungvektari í samtíðar evropiskum dramatikki, og 4.48 Psykosa er ein modernaður klassikari.
Hetta var seinasti leikur frá hennaru hond. Hon doyði í 1999, einans 28 ára gomul. Men eftir hana lá longu ein rúgva av leikum, sum vórðu spældir um alt Evropa. Sarah Kane hoyrdi til unga ættarliðið av leikhøvundum, sum í 1990’unum stormaðu fram við sínum progressivu og kontroversiellu samtíðarleikum. Í fyrstani fyri Royal Court Theatre í London, men skjótt vórðu teir spældir í øllum Bretlandi og kring alt Evropa. Hesi leikir vórðu nevndir
“In Yer Face drama” orsakað av sínum ráa, ópoleraða og ágangandi innihaldi, máli og skapi.
4.48 Psykosa er ikki leikur, sum vit vanliga kenna tað við plotti, karakterum, konflikt, uppspenningi og forloysing. Nei, heldur er hetta ein kvøða til lívið og longsulin til deyðan í einum fragmentariskum, surreellum og sveimandi tóna, sum als ikki kennist sum svalandi døggdropar ein summarmorgun, men heldur sum bítandi barberbløð á naknari húð, sum kolandi stormur í sálarinnar allardjúpasta skýmaskoti, djúpt harniðri, har ongin vón sýnist at verða. Har mest átrokandi spurningur sýnist at vera: Er lívið vert at livað?
4:48 Psychosis by Sarah Kane
Sarah Kane (UK) scripted "4:48 Psychosis." This, her last play, was found in her drawer after her death in 1999 at only 28 years of age. However, her legacy was a handful of plays that were performed all over Europe. Sarah Kane belonged to the young generation of playwrights who, in the Nineties, stormed ahead with progressive and controversial contemporary works. At the beginning these were mainly put on at the Royal Court Theatre in London, but very soon the plays were being performed around the UK and all over Europe. The raw, unpolished, hard-hitting content, language and style of these dramas led them to be identified as a new genre which was dubbed 'In-yer-face'.
4:48 Psychosis is, in fact, not a play in the traditional or naturalistic sense with a plot, characters and conflicts. It is more of a poetic tribute to life and the longing towards death in a fragmented, surreal and roaming atmosphere. It does not feel like the cooling drops from the summer morning dew, but is more akin to piercing razor blades on naked skin; it is like a terrifying tempest in the deepest, darkest recesses of the soul where no hope seems to be. The most urgent question seems to be: is life actually worth living?
Umrøða av leikinum 4.48 Psykosa á Snar.fo
”Men onki er, sum kann sissa í 4.48 Psykosa. – Og eftir er bara deyðin í einum tí sterkasta leikinum, vit leingi hava sæð á palli í Føroyum”. – Anna Ellingsgaard ummældi leikin í Sosialinum, sept. 2009.
”…
klokkan 4.48
tá vónloysið vitjar
havi eg hug at heingja meg
meðan eg hoyr mín elskara anda
eg vil ikki doyggja
at vita, at eg má doyggja, pínir meg so illa, at eg havi gjørt av
at taka lívið av mær
…”
úr 4.48 Pskyosu
Heildarmeting
Við framúr spæli, einum meistarligum, men torførum, handriti og tí frálíka tónleikinum hjá Rasmusi Rasmussen og teirri einføldu, men sera originalu og væl virkandi ljóssetingini hjá Egili B. Hansen, hevur Tvazz aftur skapað eina leiksýning, sum, ið hvussu er, hesin áskoðarin fer at minnast leingi.
Saman við leikstjóranum Egilli Anton Pállssyni hava listarfólkini í Twazz enn eina ferð megnað at skapa eina leiklistarliga uppliving av teimum óvanligu, sum veruliga ger hol í sjógvin innan føroyskan sjónleik. Hetta er ikki minst til stórt rós fyri stigtakaran til og drívmegina aftan fyri Twazz, Gunnvá Zachariassen.
Mentanarpolitiskt ískoyti
Verkætlanir sum hendan, ið seinastu árini hava havt sera stóran týdning fyri nýskapanina og menningina innan føroyskan sjónleik, eru møguligar orsakað av serligu játtanini á fíggjarlógini til yrkisleiklist uttan fyri Tjóðpallin. Tað var eitt sera framsíggið mentanarpolitiskt stig at avseta eina slíka játtan, tá lógin um Tjóðpall Føroya var samtykt, og játtanirnar til sjónleikin vóru umskipaðar. Tað er gott bæði fyri Tjóðpallin og føroyskan sjónleik, at yrkissjónleikur eisini kann fara fram uttan fyri karmarnar á Tjóðpallinum. Verkætlanirnar hjá Tvazz (Køksdrotningarnar, Fundamentalisturin), Leikhús Skift (Verkætlan Laramie) og Grímu (Pietá) vísa, at hendan játtanin skapar gróðrarbotn fyri leiklistarligum nýbrotum og listarligum nýroyndum á føroyska sjónleikarpallinum.
Mentanarpolitiskt og fyri menningina av føroyskari leiklist er tað tí av stórum týdningi, at hendan játtanin verður varðveitt og heldur økt enn skorin. Omanfyri nevndu verkætlanir hava víst, at føroyska samfelagið fær sera nógv aftur fyri tær lutfalsliga fáu krónurnar á hesi kontu.

- Mikkjal Helmsdal, dramaturgur
11.11.2013 Rannvá Egholm skrivar fyri KVF:
Sprotin hevur júst givið nýggju bókina eftir sjónleikarinnuni, Gunnvá Zachariassen, út. Í tíðarskeiðnum 2006-2009 framførdi leikbólkurin TVAZZ leikirnar: Køksdrotningarnar, Fundamentalisturin og 4:48 Psykosa, ið allir grava djúpt inn í mannasinnið og sálina.
- Allir leikir vórðu framførdir fyri útseldum húsum, gravgangur var eftir plássum og allir leikirnir elvdu til kjak, annaðhvørt undran, virðing, andstygt ella eini boð um, at hol var brotið ígjøgnum onkran múr, skrivar Sprotin um leikirnar í nýggju bókina Nýtíðarleikir eftir Gunnvá Zachariassen, sum júst er komin út.
Allir pengarnir av søluni av bókini fara óskerdir til Fountain House Føroyar til minnis um Rasmus Rasmussen. Stutt eftir, at tónleikarin, Rasmus Rasmussen, doyði í fjør, tóku nøkur fólk stig til at seta á stovn eitt Fountain hús í Føroyum, ið er ætlað sálarsjúkum fólki. Áðrenn hetta hevði tað verið nógv frammi, at tørvur var á slíkum húsi, men eftir deyða Rasmusar kom ordiliga glið á arbeiðið. Ein vælgerðagrunnur varð settur á stovn í Rasmusar navni, og tann 1. oktober 2013 kundu tey gleðiliga boða frá á heimasíðu sínari, at landið hevði valt at givið 2 milliónir til at seta eitt Fountain House á stovn í Føroyum.
Sprotin skrivar soleiðis um leikirnar:
Køksdrotningarnar – tríggjar skrindur skræða seg um allan lort. Her rýkur teksturin úr munninum, tríggjar kvinnur, sum allar hava sínar lystir, síni dulsmál, sínar dreymar.
Fundamentalisturin – ein leikur um trúgv – og vón og kærleika. Leikhøvundurin Juha Jokela vann norðurlendsku leikritavirðislønina í 2008 við Fundamentalistinum.
4:48 Psykosa – ein ferð inn í tunglyndi og djúpa sálarkvøl.

Høvundur // Playwright: Sarah Kane
Týðing // Translator: Gunnar Hoydal
Leikstjórn // Director: Egill Heiðar Anton Pálsson
Pall- og ljóssnið // Scenography and light: Egil Barclay Høgenni Hansen
Tónleikur // Music: Rasmus Rasmussen
Framleiðsla // Production: Oddvá Nattestad
Búnar // Clothes: Marianna Mørkøre
Tøkni // Technology: Mikkjal Arge Galán
Leikarar // Actors: Gunnvá Zachariasen og Hjálmar Dam
Myndir // Photos: Marianna Mørkøre
Forlag // Publishing house: Nordiska Aps.
Leikurin varð framførdur í Samkomuhøllini á psykiatriaska deplinum á Landssjúkrahúsinum. sept.-okt. 2009. // Performed at the Mental Hospital in Tórshavn, Sept.-Oct. 2009.