Sorgarsøgan um vanlukkuna í Hesti er ikki bert ein familju søga, men ein alheims frásøgn um lívstreytir og samleika. Okkara "Upphav". Takk Tvazz og Leikhús SKIFT fyri eina leiklistaliga perlu.
Ria Tórgarð
Tosað um kreppur, ringar tíðir, trupulleikar á vegnum. Besti ljóskastarin í løtuni, sum kann tippa okkara grenj, er hesin leikur hjá Gunnvá og Maritu. At síggja, hoyra, liva seg inn í støðuna hjá hesum fólkum, kvinnum og monnum, bara tvey-trý ættarlið afturi, kann vísa okkum, hvussu gott vit hava tað. Hvussu nógv vit í veruleikanum orka (ómenniskjanligt) og enntá hava yvirskot til at hugsa um blómur. 
Gott spæl, góður leikur. Tímin fleyg avstað, og eg sat við tárum og enn einaferð við djúpastu virðing fyri okkara forfedrum, tá liðugt var. Takk fyri tit báðar. 
Sólrún Michelsen
Einrøðuleikur eftir Gunnvá Zachariasen og Maritu S. Dalsgaard
Fyrsta apríl 1919 fóru tríggir bátar á havið, tvey seksmannafør og eitt fýramannafar við fýra monnum. Harðasti streymur var og mysing, men ørgrynna av fiski. Skjótt drógu allir upp í bátarnar og koyrdu segl á aftur at landi ...
Tá ið tað var blivið hálvmyrkt, og eingin bátur var komin, var eingin ivi um, at ein vanlukka var hend. Sjey menn tóku seg saman at fara at leita eftir teimum. Lykt høvdu teir við sær. Um ta tíðina, tá ið teir vóru komnir út fyri Hæl, varð ein sovorðin bøla niða, at ein sá einki burtur frá sær, og munnu teir tá hava rógvið seg á land. Eingin dugdi at svimja, hvørki á fýramannafarinum ella seksmannafarinum ... 
Fólk í bygdini fóru til gongu út í Hælin og róptu, um nakar var har. Har kom einki aftursvar. Deyðans tøgn hevði tikið alt í sín kalda favn. Einans eitt tjaldur læt sítt klipp, klipp sum ein gravarsang yvir teimum, ið farnir vóru.
- Brot úr Hest søgu eftir Jóan Chr. Poulsen
Monologue by Gunnvá Zachariasen og Maritu S. Dalsgaard
UPPHAV is a monologue based on tellings, interviews, articles around two boat accidents on the island Hestur on the 1st. of April 1919. Eleven men drown. Left behind are wives, mothers, fathers, siblings, grandparents and children in the village of Hestur; a community that, at this time, has around 100 inhabitants. Actor Gunnvá Zachariasen’s grandmother, Óluva, was 6 years old, when the tragedy hits. Óluva and her sister loose their father and an uncle. 
The story looks into the experience from the child, Óluva’s, perspective. The child who is surrounded by grieving mothers, grandmothers and all the villagers who have to survive in a new reality without a third of all the breadwinning men of the island. The performance is performed in Faroese and can have English subtitles – or let’s talk about language, if you are interested in having Upphav at your venue or festival.
Hugskot og stigtakan: Gunnvá Zachariasen
Leikrit: Gunnvá Zachariasen og Marita S. Dalsgaard
Framleiðsla: TVAZZ í samstarvið við Leikhús SKIFT
Leikari: Gunnvá Zachariasen
Leikstjóri: Marita S. Dalsgaard
Tónasmið: Anna Katrin Ø. Egilstrøð
Ljóssnið: Silje Grimstad

Sýningin er stuðlað av Mentamálaráðnum, Atlantic Airways, Tórshavnar Kommunu, Mentanargrunni Landsins, Norðurlandahúsinum og LISA.
Leikurin er skaptur sum endamál at ferðast kring landið. Nærri kunning fæst við at skriva til tvazz@tvazz.fo
Sýningin er partur av leiklistafestivalinum VERK - Nordic Stage Days, sum er stuðlaður av Nordisk Kulturfond.
Idea and Initiative: Gunnvá Zachariasen
Manus: Gunnvá Zachariasen and Marita S. Dalsgaard
Director: Marita S. Dalsgaard
Actor: Gunnvá Zachariasen
Composition / Sound: Anna Katrin Ø. Egilstrøð
Visual Design: Silje Grimstad
English Translation: Marita S. Dalsgaard
UPPHAV is made in co-production between Tvazz and Leikhús Skift. 
The performance is created for touring and will tour in 2026-27. 
Further info at tvazz@tvazz.fo
Leikurin er 55-60 minuttir.
Vilja tit hava leikin framførdan hjá tykkum, setið tykkum í samband við okkum á tvazz@tvazz.fo
The play lasts for 55-60 minutes.
Are you interested in hosting UPPHAV you are welcome to contact tvazz@tvazz.fo​​​​
Ummæli eftir Kinnu Poulsen: Sorg er ein kvinna
Ummæli eftir Birgir Kruse: Løk til lík - kvinnan ger munin
UPPHAV - ein ekkan sum er eldri enn eg. Eitt ekkó úr tigandi arvinum. Meistarliga framført.  Sigbritt við Neyst

Trailer 1

Trailer 2

Myndir niðanfyri: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Leikurin "Upphav" hevur persónligan týdning fyri Gunnvá Zachariasen. Langabbi hennara var ein av 11, ið sjólótust á skaðadegnum í Hesti í 1919, ið leikurin tekur støði í. 
Lurta eftir allari samrøðuni við Gunnvá og Maritu, sum var í Kultura HER. 
Tað er eitthvørt í tíðini, vit liva í, sum ger tað so vælsignað at uppliva nærveruna í veruleikanum og veruleikan í nærveruni og nærveran var heilt poetisk á pallinum í dag. Søgan um blómuleykirnar var so vøkur, rørandi og endamyndin úr havanum hjá ommu tíni hevur ordiliga fest seg. Takk fyri.
– Urd Johannesen

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen

Eg var so glað, at eg náddi at síggja UPPHAV, tí hesin leikur viðger eitt sera kent evni um bátar, sum ganga burtur, og hvussu børn, maki og bygdin ávirkast ógvisliga av støðuni. Ein rørandi leikur, sum gav kvinnunum í lagnusøguni, navn og rødd. Mær dámdi sera væl pallsniðið, og Gunnvá spældi ómetaliga væl og sannførandi.
– Hanna Jensen
Leikurin “Upphav” eftir/við Gunnvá Zachariasen og Maritu S. Dalsgaard er søgan um ommu Gunnvá, sum misti pápan, tá ið tveir bátar í Hesti gingu burtur í 1919. Seinasta sýningin var í dag, men vónandi verður hann settur upp aftur skjótt, eg kundi hugsað mær at farið við skúlaflokkum. Mamma mín er uppkallað eftir ommu síni Karin, sum tollaksmessudag 1913 misti tveir beiggjar og tveir systursynir, tá ein bátur úr Norðdepli gekk burtur. Allir seks menninir, sum fórust, vóru nærmasta familja hjá Karini og manninum, Jústa. Eitt hálvt ár eftir vanlukkuna verður Karin við barn, og meðan hon gongur við hesum fjórða barninum, missir hon yngstu systur sína Dortheu (kallað Durda) til tuberklar. Barnið, ein genta, verður uppkallað eftir sorgini, sakninum og søguni: Durid Jóhanna Mathea Olaffa Jacobina Fredrikka Karolina. Omma mín. Uppkallað eftir mostrini og teimum seks burturgingnu monnunum. Tey søgdu um Karin langommu, at hon ongantíð græt. Men sorgin hvarv ikki fyri tað. Heldur ikki úr ættini. Tað er tað, sum Gunnvá vísir við leikinum “Upphav” Ein smágenta missir pápa sín, ein smágenta sum nógvar aðrar smágentur. Í Hesti, Norðdepli og aðrastaðni í verðini. Ein bygd, ein ætt skal liva víðari við sorgini. Takk, Gunnvá, fyri leikin og fyri, at vit sluppu at spegla okkum, okkara upphav og okkara niðurarvaðu sorg.
– Dorit Hansen 
Takk fyri frálíkan leik í Skálanum í NLH í dag. Einastandandi væl spældur, hugtakandi og fyri meg sera viðkomandi. Eisini takk fyri áhugaverda prátið eftir leikin. 
Fyri 6 1/2 ári síðani (31. mars 2019) var eg saman við 2 av brøðrum mínum úti í Hesti til 100 ára minningarhald um skaðatilburðin og skrivaði tá eina hugleiðing á mín FB-vanga. Hetta er hendingin sædd úr sjónarhorninum hjá abba mínum, Sivari Kolbjørnsen, beiggi 2 ár eldra Antinis - ein av teimum 7, sum fórust við “Roysninginum”:
“Tyngstu sporini í lívinum...”
Soleiðis plagdi abbi mín í Hesti at siga um heimkomuna dagin eftir sorgartilburðin 1. apríl 1919, sum vit mintust úti í Hesti í dag, 100 ár eftir hendingina. Ein bátur við 4 monnum var saknaður, og ein annar við 7 monnum fór at leita, men heldur ikki hann kom aftur. Soleiðis misti Hestbygd henda dagin helvtina av vaksnu mannfólkunum, har ímillum 26 ára gamla abbabeiggja mín Antines, sum var við seinna bátinum. 
24 ára gamli abbi mín, Sivar, var farin til skips, og teir lógu á Vestmanna og gjørdu klárt at fara til Íslands. 
Hann og ein annar hestmaður fóru av skipinum og komu út aftur í Hest. Og tað var um hesa heimkomu, at abbi segði orðini í yvirskriftini. Hann var hetta summarið heima í Hesti, og saman við eftirverandi bygdamonnunum fingu teir tað mannfólkaarbeiðið frá hondini, sum skuldi gerast í bygdini.
Ein dagur, sum vekir virðing fyri og takksemi til teirra, sum hava lagt lunnar undir tey góðu kor, vit í dag liva undir.
– Súni Kristiansen 
Back to Top