Býurin og alt annað
Býurin og alt annað er ein uppliving og eitt spæl, har tey ferðandi verða drigin inn í eina tølandi verð og hitta íbúgvarnar í labyrintini og møta sær sjálvum og øðrum. Tey fara ígjøgnum ljós og myrkur, ljóð og kvirru og finna staðið, har dreymar verða floygdir. Ein livandi sansalig ferð inn í bý okkara, heimstaðin, hvar enn hann er, og um óteljandi møguleikarnar í løtuni.
       “Ein tølandi ferð ... Ein sansandi dreymur inn í býarins hjarta”
       Summi siga, eg eri skaptur av tíð. 
       Onnur siga, at eg eri skaptur av minnum, ynskjum, 
       gerandisævintýrum og lagaligum løtum. 
       Hini siga, at eg eri skaptur av traðkaðum slóðum,
       duldum loyndarmálum og spunnum træðrum úr farnari tíð.
       Og eg, óvikandi og broytiligur, ríkur og livandi, síggi,
       hvussu lívið fer framvið. Og vit fagna tí saman.
The Town and All The Rest
This is both an interactive experience and a game in which the Travellers are drawn into a labyrinthine world where they meet the Inhabitants, themselves and others. They go through light and darkness, sounds and silence and find the place where dreams are fledged. A vivid sensory journey into our town, the hometown, wherever it may be in the world and about the countless opportunities in the present moment.
Elisabeth Hentze: Eg var saman vid ommudóttrini, tað var fantastiska gott. Takk fyri eina so framúr góða og sansaliga uppliving.
Áskoðari, 38 ár: Tað var akkurát, sum um onkur rørdi blítt við mína sál og kelaði mínum kenslum. ​​​​​​​
Eyð Matras: Hetta var ein stuttlig og rørandi løta. Ferðaðist gjøgnum villiniborgina saman við tveimum konum av Sandi. Áh, sum vit hugnaðu okkum. Vit vórðu sum smágentur, og við víðopnum eygum sugaðu vit til okkum alt tað spennandi, sum tit borðreiddu við. Takk fyri.
Regin Zachariasen: Tað besta var at sleppa at leggja seg í eini song og droyma ...
Veronika Kivisilla: I hope our radish near the theatre will grow to be big and beautiful and juicy!
 Ada Horn: Hetta var eitt heilt serstakt, imponerandi og rørandi upplivilsi!! Eg og Birta siga takk. 
Tóta Árnadóttir:  Hatta var so fantastiska gott. Sverri er slett ikki komin yvir tað enn, púra hugtikin. ​​​​​​​
Elin Heinesen umrøður Sansalabyrintina í Nón   24.05.2018
Nón vitjar Sansalabyrintina   16.05.2018
Framleiðari // Producer: Gunnvá Zachariasen
Leikstjóri // Director: Gabriel Hernandez og Marga Socias
Rúmsnið // Design: Gabriel Hernandez, Thomas Roper, Bjørn Simonsen and the inhabitants
Íbúgvar // Inhabitants: Dan Helgi í Gong, Katarina Nolsøe, Marga Socias, Gabriel Hernandez, Johan Holm Simonsen, Rakel Helmsdal, Gunnvá Zachariasen, Bjørk Tórgarð, Bárður Jónsson, Hans Tórgarð, Felisia Helmsdal
Hjálparfólk // Assistent: Marjun Svartafoss, Vár Samuelsen, Maria Tórgarð
Myndatøka // Photos: Sofie Jaspers 
Framført á Tjóðpalli Føroya, mai 2018 / Performed at the National Theatre, May 2018.
Back to Top