Um TVAZZ
TVAZZ er føroyskur yrkispalllistabólkur, stovnaður í 2006.
Fyrsta leikuppseting var leikurin Køksdrotningarnar eftir Werner Schwabb í 2006. Hesin leikur spældi fyri fullsettum húsi í 14 dagar á Tjóðpalli Føroya.
TVAZZ er sprottið úr sjónleikaumhvørvinum, tí er sjónleikur fremsta vørumerkið, men er eisini netverk og forum, har listafólk hittast og bjóða hvør øðrum av, kjakast, stuðla og stimbra hvørt annað, samskipa verkætlanir, tiltøk og leik.
Leikir, framførslur, framsýningar, konsertir, ljóðmyndir, her verður altíð strembað eftir at røkka listarligum úttrykki, sum skapar afturljóð í føroysku áskoðarafjøldini.
Heimstaðurin er Føroyar, men samstarvið er við allan heimin. Vit knýta bond og millumtjóða samstarv. Vit bjóða listafólkum higar og fáa útisetar aftur at spæla saman við teimum, sum eru her. Tað er kjarnin í TVAZZ.
TVAZZ søkir sær stuðul til einstøku verkætlaninar til virksemi sítt. Sama er við samstarvinum við onnur leikhús, stovnar og hóskandi spælistøð, sum passa júst til hvørt leikverk. Sama er við leiklistarliga toyminum, sum Tvazz savnar til hvørja einstøku verkætlan. Hópurin er palllistafólk úr Føroyum umframt gestir uttaneftir.
Stovnarar: Egill Barclay Høgenni Hansen, Gunnvá Zachariasen, Annika Hoydal og Birita Mohr.
Nevndin hjá Tvazz: Durita Sumberg Poulsen, forkvinna, Rakul Thomsen, skrivari, Súni Danielsen, kassameistari, Rannvá Jónsdóttir, tiltakslimur
Gunnvá Zachariasen er listarligur leiðari í Tvazz.
Harumframt hevur Tvazz eitt stórt netverk til listarliga sparring, vitanardeilan og menning.
About TVAZZ
TVAZZ is an independent performing art company, founded in 2006, based in the Faroe Islands with collaborators from all over the Nordic countries and worldwide. A performing art company that deals with the human conditions, relevant and actual themes and taboos in different aspects of psychological, political and social essence.
The principal aim is to create projects – plays, shows, immersive experiences, workshops etc. – at high artistic level. The operation is based in the Faroe Islands, but the co-operation is worldwide. Creating opportunity for international collaborations by inviting foreign performing artists as well as reuniting Faroese “artistic expatriates” back on our shores to play is what TVAZZ is all about.
Each of TVAZZ’ productions/projects/plays are individually funded by grants and sponsorship. Funding grants are mainly national funds such as Grant for the professional performing arts, Cultural Ministry of The Faroe Islands, the Cultural Fund and the municipality of Tórshavn or from other Nordic funding programs.
TVAZZ always works in co-production with a theatre or other institutions as we don’t have own premises for performance. Mostly also co-creative as the artistic team is changing from project to project, but we mainly recruit our performing artists from the Faroe Islands and add to that number from our network of colleagues abroad.
Co-producing sites and venues have for examble been the National Theatre, (Tjóðpallur Føroya) the Nordic House, the old Commandor’s house (now Havgrím Guesthouse), the highschool Glasir, the national hospital, poetic buss-tours and community houses around the Faroe Islands. Tvazz has brought sensoric interactive theatre to our shores by bringing the Poetics of the Senses/Language of the Senses from Gabriel Hernandez and Marga Socias (Theatro de los Sentidos).
TVAZZ-leikverk
Framleiðslur
(sí annars undir hvørjum leikverki sær á heimasíðuni)
2025: Upphav – einrøðuleikur eftir Gunnvá Zachariasen og Maritu S. Dalsgaard. Leiktjóri Marita S. Dalsgaard. Leikari: Gunnvá Zacharisen. Kompositiónir og ljóð: Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð. visuelt design: Silje Grimstad. Frumframførsla í Norðurlandahúsinum á pallistafestivalinum VERK – Nordic Stage Days. Leikurin turnerar í 2026–28.
2024: Romeo og Julia eftir William Shakespeare. Samstarv millum Tvazz, Det Ferøsche Compagnie og Glasir. Leikstjóri Búi E. Dam. Luttakandi vóru næmingar á Glasi, yrkisleiklistafólk og kreativu deildirnar á Glasi.
2021: Ó, søgur um djevulskap skaldsøga eftir Carl Jóhan Jensen (2005), sum Daniel Wedel tillagar. Leikstjórnað Egill Pálsson. Sýndur í Norðurlandahúsinum í august 2021 og á Kilden í Kristiansand í 2022.
2020: The Full Benefit of The Shock eftir Marjun S. Kjelnæs – ein stuttur ljóðleikur í samstarv við Scandinavian American Theater Company (satcnyc.org) í sambandi við at ST varð 75 ár.
2020: Móðir Sjeystjørna skaldsøgan eftir William Heinesen varð lisin upp av ymsum sjónleikarum ígjøgnum sjey kvøld í Katrinu Christiansen Matstovu. Við á Vetrarljós 2020.
2018–19: Deyðadansurin 3.0 eftir August Strindberg. Samstarv millum Theater Insite, Svøríki, Theater Teatergrad, Danmark and Tvazz. Leikstjórnað Pelle Nordhøj Kann. Turné í Svøríki, Danmark og Føroyum.
2018: Býurin og alt annað sansalabyrint, leikstjórnað Gabriel Hernandez & Marga Socias, framført á Tjóðpalli Føroya.
2017: Eitt ynski á ferð samvirkin sansalabyrint, leikstjórnað Gabriel Hernandez & Marga Socias, framført á barnafestivalinum í Norðurlandahúsinum.
2014: Stovugenturnar eftir Jean Genet, leikstjórnað Christoffer K. Berdal. Framført í Kommandørhúsinum Yviri við Strond.
2012: Tey óndu eftir Niklas Rådstrøm, leikstjórnað Petra B. Holbek. Framført á Tjóðpalli Føroya (2012), Katuaq í Nuuk (2013), CPH Stage á leikhúsinum FÅR302 (2014).
2009: 4.48 Psykosa eftir Sarah Kane, leikstjórnað Egill Pálsson. Framført í Landssjúkrahúsinum, veitsluhøllini.
2007: Fundamentalisturin eftir Juha Jokela, leikstjórnað Petra Berg Holbek. Framført á Tjóðpalli Føroya (2007), Tampere International Theatre Festival, Tampere, Finland (2008).
2006: Køksdrotningarnar eftir Werner Schwab, leikstjórnað Tanja Richter. Framført á Tjóðpalli Føroya (2006).
Stuðlar / Sponsors
TVAZZ hevur ikki fastan stuðul, men søkir fígging til hvørja verkætlan sær. Hesi hava stuðlað verkætlanunum hjá Tvazz: Mentamálaráðið – Mentanargrunnur Landsins, Tórshavnar Kommuna, Nordisk Kultur Kontakt, Nordisk Kulturfond, McKinney Maersk Grunnurin umframt samstarvspartnarar, so sum Norðurlandahúsið, Tjóðpallur Føroya, Landsverk, Landssjúkrahúsið.
Fyritøkur, ið hava stuðlað leikir hjá TVAZZ: Valdemar Lützen, Bygma Balslev, Atlantic Airways, Mowi, Posta, Gunnar Mohr.
Listarligar samstarvspartar og spælistøð, sum tvazz hevur samstarvað við:
Tanja Richter, Petra Winterer, Petra Berg, Tjóðpall Føroya, Tampere International Theatrefestival, Katuaq, CPH Stage, Egill Pállsson, Landssjúkrahúsið, Christoffer Berdal, Kommandørhúsið yvir við Strond, Sprotin, Gabriel Hernandéz, Marga Socias, Planeta 11, Norðurlandahúsið, Teater InSite, Teatergrad, Marjun Kjelnes, SATC í New York, Katrina Christiansen Matstova, Vetrarljós, Det Ferøsche Compagnie, Glasir, Leikhús Skift, Marita S. Dalsgaard, VERK – Nordic Stage Days umframt fleiri onnur føroysk og útlendsk leiklistafólk, sum hava verið við í verkætlanunum hjá Tvazz. Sí undir hvørjum leikverki sær.
Útgávur
2023: Romeo og Julia, forlagið Stiðin. Í týðing eftir Hans Tórgarð.
2021: Ó, søgur um djevulskap, leikritið eftir Daniel Wedel. Týðing úr donskum eftir Jonhard Mikkelsen. Forlagið Sprotin.
2014: Stovugenturnar, Forlagið Sprotin. Í týðing eftir Gunnar Hoydal og Jytte Hoydal
2013: Nýtíðar leikir 1, Forlagið Sprotin. Trý leikrit:
– Køksdrotningarnar eftir Werner Schwabb (uppr. Die Präsidentinnen) í týðing eftir Gunnvá Zachariasen, Anniku Hoydal, Biritu Mohr, Kirsten Brix
– Fundamentalisturin eftir Juha Jokela (Fundamentalistii) í týðing eftir Gunnvá Zachariasen
– 4.48 Psykosa eftir Sarah Kane (4.48 Psychosis) í týðing eftir Gunnar Hoydal.
Heiðurslønir
2012: Gunnvá Zachariasen fekk Herðaklappið fyri millum annað arbeiðið við TVAZZ.
TVAZZ-plays
PRODUCTIONS
2025: UPPHAV by Gunnvá Zachariasen and Marita S. Dalsgaard. Touring performance. Performance at Nordic House in Tórshavn at VERK – Nordic Stage Days. Co-production with Leikhús Skift.
2024: Romeo and Juliet by William Shakesspeare in translation by Hans Tórgarð. Directed by Búi E. Dam. Co-production with Det Ferösche Compagnie and Glasir (highschool Tórshavn).
2021: Ó, søgur um djevulskap – adaptation of the novel by Carl Jóhan Jensen (2005) by Daniel Wedel. Directed by Egill Pálsson. Performs at Nordic House, August 2021.
2020: The Full Benefit of The Shock by Marjun S. Kjelnæs – a short audio play in collaboration with Scandinavian American Theater Company Our Future Stories SATCNYC.ORG.
2020: Móðir Sjeystjørna – reading the full novel by William Heinesen Mother Plejades. Various actors, seven evenings at Katrina Christiansen Restaurant.
2018–19 The Deathdance (Deyðadansurin 3.0) by August Strindberg. Directed by Pelle Nordhøj Kann. Collaboration between Theater Insite, Sweden, Theater Teatergrad, Denmark and Tvazz.
2018: The City and everthing else (Býurin og alt annað) interactive sensoric theater, directed by Gabriel Hernandez & Marga Socias, performed at Tjóðpallur Føroya.
2017: The Journey of A Wish (Eitt ynski á ferð) interactive sensoric theater, directed by Gabriel Hernandez & Marga Socias, performed at the Children Festival in the Nordic House in Tórshavn.
2014: The Maids (Stovugenturnar) by Jean Genet directed by Christoffer K. Berdal. Performed at the former ‘Commandor’s residency’ now Havgrím Guesthouse.
2012: Monsters (Tey óndu) by Niklas Rådstrøm, directed by Petra B. Holbek. Performed at the National Theatre.
2009: 4.48 Psychosis (4.48 Psykosa) by Sarah Kane, directed by Egill Pálsson. Performed at the hospital in Tórshavn.
2007: The Fundamentalist (Fundamentalisturin) by Juha Jokela (directed by Petra Berg Holbek). Performed at the National Theatre.
2006: The First Ladies / Die Präsidentinnen (Køksdrotningarnar) by Werner Schwab, directed by Tanja Richter. Performed at the National Theatre.
TOURING
2025 – (current): The one-woman-performance UPPHAV in co-production with Leikhús Skift will tour the Faroe Islands and abroad. We are open for suggestions and invitations nationally and internationally – look for technical rider under Productions: UPPHAV
2022: Ó, søgur um djevulskap / Un – Stories on Devilry performed at Theatre Kilden, Kristiansand, Norway.
2018–19: TVAZZ collaborated with Teater InSite (Sweden) and Theater Teatergrad (Denmark) on an adaption of Strindberg’s Deathdance/Dødsdansen, 3.0/ Deyðadansurin, touring in Sweden, Danmark and Faroe Islands.
2014 TVAZZ performed Monsters/Tey óndu at CPH.STAGE in Copenhagen.
2013: TVAZZ performed Monster/Tey óndu at Katuaq Culture House in Nuuk, Greenland.
2008: TVAZZ performed The Fundamentalist at Tampere International Theater Festiaval. (Finnish playwright Juha Jokela won the Nordic Dramatic Award 2008.)
Artistic associations and co-producing venues:
Tanja Richter, Petra Winterer, Petra Berg, The National Theatre of the Faroe Islands, Tampere International Theatrefestival, Katuq, CPH Stage, Egill Pállsson, Hospital in Tórshavn, Christoffer Berdal, The Commandor’s Residens, Sprotin publishing house. Gabriel Hernandéz, Marga Socias, Planeta 11, The Nordic House, Teater InSite, Teatergrad, Marjun Kjelnes, Scandinavian American Theater Company (SATC) in New York, Restaurant Katrina Christiansen, Winterlight Festival, Det Ferösche Compagnie, Glasir, Leikhús Skift, Marita S. Dalsgaard, VERK – Nordic Stage Days and numerous other artists from the Faroe Islands and abroad. See under each produciton.
PUBLICATIONS
2023: Romeo and Juliet – Faroese translation by Hans Tórgarð, Stiðin publishing house.
2021: Un – Stories about Devilry, adaption from the novel by Carl Jóhan Jensen, adapted for stage by Daniel Wedel. Sprotin publishing house.
2014: Stovugenturnar (Faroese translation of The Maids), by Gunnar Hoydal and Jytte Hoydal. Sprotin publishing house
2013: Nýtíðar leikir 1 (Faroese translations), Sprotin publishing house. Three plays:
– Die Präsidentinnen by Werner Schwabb. Faroese translation by Gunnvá Zachariasen, Anniku Hoydal, Biritu Mohr, Kirsten Brix.
– The Fundamentalist by Juha Jokela (Fundamentalistii) Faroese translation (from English) by Gunnvá Zachariasen.
– 4.48 Psychosis by Sarah Kane. Faroese translation by Gunnar Hoydal.
AWARDS
2012: Gunnvá Zachariasen reiceved the prize „Herðaklappið“ amongst other reasons for the work with TVAZZ.