Køksdrotningarnar eftir Werner Schwab (Die Präsidentinnen)
Køksdrotningarnar – tríggjar skrindur skræða seg um allan lort. Her rýkur teksturin úr munni, tríggjar kvinnur – Erna, Greta og Mia – sum allar hava sínar lystir, síni dulsmál, sínar dreymar. Punkdramatikarin Werner Schwab á føroyskum máli, málið, sum rennur úr øllum endum, sum dósir bundnar upp á hundahala, tað skurrar, tað skavar, tað fer ikki fram við mýkindum.
Werner Schwab skrivaði Die Präsidentinnen í 1990. Hetta var fyrsti leikur hansara. Werner Schwab var útbúgvin á Listaakademiinum í Wien, og leikir hansara hava partvíst røtur úr myndlistini. Kanska serliga installatións- og framførslulistini, enntá eisini úr einum fólkakomediustíli, sum hann trýsti út í tað heilt groteska, har ið tað smáborgaraliga stendur fyri skotum. Schwab skrivaði sínar leikir í øðiligum rúsdrekka- og tablettrúsi. Hann doyði í 1994 einans 35 ára gamal. Í einum 4 ára skeiði skrivaði hann 16 leikir, og í hesum stutta tíðarskeiði gjørdist hansara yrkisleið sum dramatikari ein tann stytsta, mest umrødda og sjáldsamasta í samtíðarleiklist í týsktalandi Evropa. Leikir hansar verða framførdir kring alt Evropa.
The first ladies by Werner Schab
In 'The First Ladies' (Die Präsidentinnen) three women – Erna, Greta and Mia – talk about shit and religion, their affection for their president and the Pope. As the evening progresses and the women are lubricated by a glass or two of wine, they begin to reveal their hidden fantasies, secrets, passions and dreams. The text escapes* from their mouth like tin cans tied onto a dog's tail, it clatters and rattles ruthlessly on until reaching a grotesque point at which the audience is no longer sure whether to laugh or cry.
The First Ladies is Austrian Werner Schwab’s first play from 1990. Schwab graduated from The Art Academy of Vienna: the so-called Punkdramatist takes inspiration from visual arts, performance art and folk comedies, and he takes his own work to the limit. Schwab wrote his plays in a drug and alcohol fuelled haze and died in 1994 at only 35 years of age. Within that fertile period of only 4 years, he had written 16 plays and is now considered one of the most intense, most talked about and most extraordinary contemporary playwrights among German speakers. His plays are performed all over Europe today.
Køksdrotningarnr, 2006: “Tær pikka ikki uppá vesihurðina og bíða pent til onkur svarar kom inn!
Tær sparka køksvindeygað inn og geva smáborgarum og gudiligum longutong langt upp í reyvina.
Ikki ber til at siga, at TVAZZ strikes again. Hetta er fyrsti leikurin hjá nýggja leikbólkinum TVAZZ.”
“….Og so er tað eisini forkunnugt hjá okkum her á klettunum at fáa, um ikki annað, so eitt fleyr av tí, sum rembist í evropiskari samtíðarleiklist”.
- Carl Jóhan Jensen, Fregnir 2006.
Samanumtikið eru "Køksdrotningarnar" ein øgiliga stuttligur leikur og eisini tragiskur. Absurdur, tí hann, tá samanum kemur, er um heilt vanlig fólk.
Søgan er so góð, at hon krevur ongar effektir. Góð uppseting og gott spæl. Tveir tímar sjónleikur uttan steðg, eisini hurrá fyri tí.
"Køksdrotningarnar" eru ein stikkpillari til túnatosið, sum vit kalla kjak, debatt, í Føroyum.
Á heimasíðuni tvazz.com stendur nógv áhugavert um leikin og høvundin. Óført, slíka tænastu eru sjónleikaráhugað í Føroyum ikki von við.
Søgan er so góð, at hon krevur ongar effektir. Góð uppseting og gott spæl. Tveir tímar sjónleikur uttan steðg, eisini hurrá fyri tí.
"Køksdrotningarnar" eru ein stikkpillari til túnatosið, sum vit kalla kjak, debatt, í Føroyum.
Á heimasíðuni tvazz.com stendur nógv áhugavert um leikin og høvundin. Óført, slíka tænastu eru sjónleikaráhugað í Føroyum ikki von við.
Høgni Djurhuus, ÚF aug. 2006
Høvundur // Playwright: Werner Schwabb (Eysturríki)
Leikstjóri // Director: Tanja Richter (Týskland)
Týðing // Translation: Gunnvá Zachariasen, Annika Hoydal, Birita Mohr
Pallsnið og búnar // Scenography and costumes: Petra Winterer (Týskland)
Ljós // Llighting: Egil Barclay Høgenni Hansen
Framleiðsla // Production: Gunnvá Zachariasen
Leikarar // Actors: Annika Hoydal (Greta), Birita Mohr (Erna), Gunnvá Zachariasen (Mia)
Myndir // Photos: Egil Barclay Høgenni Hansen
Forlag // Publishing house: Nordiska ApS.
Leikurin varð framførdur á Tjóðpalli Føroya í aug.-sept. 2006. // Performed at the National Theatre, Aug.-Sept. 2006.