Deyðadansurin
Eitt silvurbrúdleyp við øllum tí, sum hoyrir til eina rætta veitslu: snapsur, sangir, røður, dansur, matur, látur, grátur og drama – nógv drama … 
Deyðadansurin 3.0 er ein nýtíðar tulking av kenda parlags-klassikaranum eftir August Strindberg. 
Í hesi uppseting í norðurlendskum hami. Eitt spennandi samstarv, tá ið føroyski bólkurin Tvazz, svenska Teater Insite og danska Teatergrad taka kvørkratak um 100 ára gamla leikin eftir August Strindberg. 100 ár eru onki, tá ið vit tosa um æviga galdandi evnini: Kærleika, hatur, erotikk, tølan, øvund, dreymar...
Framførslur í Malmø og Skåne 2018 og í Keypmannahavn 2019 og rundferð í Føroyum 2019. 
Tilnevnt Bästa forestälning 2018 i Sydsvenskan og Særprisen av CPH Culture 2019.

The Dance of Death
Strindberg’s classic is given a modern make-over and served up for supper in this new outing of the work. The setting of a silver wedding anniversary has all the ingredients of a good party: schnapps, speeches, singing, dancing, food, laughter, tears and drama – plenty of drama ….
The Dance of Death 3.0 is a new interpretation of the famous drama by August Strindberg in which family relationships are explored. This version is presented by an exciting collaboration between Tvazz, Theatre InSite from Sweden and Teatergrad from Denmark who grapple with this 100 year old classic - but the passing of a century is nothing when dealing with universal issues such as love and hate, eroticism and seduction, jealousies and dreams ….
Touring in community houses in Skåne, Sweden, Copenhagen and the Faroe Islands 2018-19, this production was nominated for the Best Play 2018 in Sydsvenskan and The Special Prize by CPH Culture 2019.
Kurt: Veitst tú, hví tit hata hvørt annað? 
Alice: Nei. Tað er tað mest óskynsama hatrið, uttan orsøk, uttan endamál, men eisini uttan enda. Og hugsa tær, hví hann mest óttast deyðan? Hann er bangin fyri, at eg fari at gifta meg uppaftur.
Kurt: So elskar hann teg! 
Alice: Møguliga. Men tað forðar honum ikki í at hata meg eisini.
Kurt: Tað kallast kærleikshatrið.
Ria TórgarðEin teaturuppliving av teimum heilt stóru - afturvið gourmetmati og veitslukløddum áskoðarum. Teir tríggir leikararnir borðreiða við stórum spurningum og ógvusligum kenslum. Leiklist á einum støði, sum sjáldan er at síggja í Føroyum. 

Lyst vitjar pallin í Vestmanna

27.02.19  Samrøða við Gunnvá Zachariasen um Deyðadansin 3.0 

Høvundur // Author: August Strindberg
Leikstjórn // Director: Pelle Nordhøj Kann, Teatergrad (DK)
Leikrita tillaging // Adaption: Sosja Tewroska (DK)
Framleiðsla // Producer: Teater InSite (SV), Teatergrad (DK) & TVAZZ (rundferðin í Føroyum)
Pallur, ljóð og ljós // Stage, sound, light: Ilka Häikiö (FI/SV)
Búnar // Costumes: Isabell Skarby Hay (SV)           
Matarskrá // Menu design: Miia Suhonen ((FI/SV)
Kokkar // Chefs: Soniya Sjöberg (SV) / Peter Åberg (SV)
Leikarar // Actors: Ulver Skuli Abildgaard (DK), Gunnvá Zachariasen (FO), Matthias Hahno Thorbjörnsson (SV)
Myndatøka // Photos: Per Morten Abrahamsen (DK)
Back to Top