Tey óndu eftir Niklas Rådstöm (SE)
Ein leikur og kjak um óndskap.
Bygt á sakina um James Bulger úr Liverpool, Bretlandi, 1993 er leikurin ein samrøða um, hvat óndskapur er. Hvat hendir við samfelagnum, tá ið meiningsleysar, óndsinnaðar hendingar fara fram?
Hvussu takkla vit sannroyndina, at børn kunnu útinna óndar gerðir og enntá morð? Hvussu handfara vit sum samfelag slíkar hendingar? Hvussu handfara vit tað ræðuliga?
”Heimurin er
eitt vandamikið stað,
ikki orsakað av teimum, sum fremja óndskap,
men orsakað av teimum, sum hyggja at
og einki gera”
- Albert Einstein
Monsters by Niklas Rådström (SE)
A controversial play and a discussion about the nature of evil. Based on the James Bulger case (which took place in Liverpool, UK, 1993) the production asks some difficult questions of the audience:
What happens in society when unbearable actions of evil take place?
How do we handle the fact that children can perform acts of atrocity and murder?
How do we, as a community, come to terms with situations like that?
How can we bear the unbearable?
Kór: Eg dugi ikki at hugsa mær nakað verri:
At barnið hjá tær verður dripið. At nakar drepur mít barn.
Kórleiðarin: Kanska er eitt kortini.
Tó ikki at tað er verri. Men nakað, sum rúmar líka
ófatiliga pínu, sorg ræðslu...
Kór: Hvat?
Kórleiðari: ... at títt barn er ein mordari.
At títt barn hevur dripið. Dripið eitt annað barn.
James Bulger málið í stuttum:
13. februar 1993 Liverpool, býarparturin Walton/Bootle. Tveir 10 ára gamlir dreingir, Robert Thompson og Jon Venebles, skulka úr skúlanum og vála runt í býnum og í handilsmiðdeplinum, New Strand. Teir taka ein 2 ára gamlan drong, James Bulger, sum stendur eina lítla løtu einsamallur og bíðar eftir mammu síni uttanfyri slaktaran. Dreingirnir leiða hann avstað. James verður eftirlýstir fáar minuttir eftir í sølumiðstøðini. Dreingirnir leiða hann út úr sølumiðstøðini, eftir gøtunum, fram við kanalini - eina leið á uml. 4 km. Til jarnbreytarsporini. Har teir pína og sláa hann við múrsteinum og eini stong. Tá teir halda hann er deyður, leggja teir hann á toksporini.
James er nú eftirlýstir av politinum. Drúgv leiting fer fram í øllum býnum og í kanalini í Liverpool
14. februar verður James funnin av nøkrum tannáringum á jarnbreytini.
Nú eru allir fjølmiðlar í Onglandi á staðnum og senda beinleiðis tíðindi um hesu ræðuligu brotsgerð.
18. februar verða teir báðir, Jon og Robert, tiknir til avhoyringar. Hetta fer fram á tveimum politistøðum.
19. februar viðganga dreingirnir, at teir hava framt brotsgerðina. Teir royna báðir at minka um teirra egnu luttøku í hesi gerð og royna at leggja skyldina yvir á vinmannin. Nøvn og myndir av Jon og Robert eru nú á øllum sjónvarpsskíggjum og á forsíðum í Onglandi. Øll tjóðin er skelkað og uppøst av, at drápsmenninir eru tveir smádreingir - einans 10 ára gamlir.
20. februar verða báðir dreingirnir ákærdir fyri burturflyting, løstan og morð á James Bulger. Teir verða koyrdir í ein varðhaldsstovn, har teir eru staddir, til rættarmálið byrjar í november sama ár.
1. November 1993 byrjar rættarmálið. Dreingirnir eru skuldsettir og verða førdir til dóms. Rættarmálið verður ført, sum um tað eru vaksnir menn, sum eru undir ákæru. Tveir platformar verða smíðaðir á ákærubonkinum, soleiðis at teir báðir ákærdu síggja dómaran. Tey 38 fólkini, sum hava sæð dreingirnar henda dagin í februar, eru innkallað sum vitni. Uttanfyri rættarbygningin stendur stórt lið av myndatólum, fjølmiðlafólki og uppøst mannamúgva.
24. november verða Jonathan Venebles og Robert Thompson dømdir sekir í at hava burturflutt, løstað og síðani myrt James Bulger. Dómarin dømir dreingirnar fríheitsrevsing á einum varðhaldsstovni. Dómurin er treytaður, tó ikki minni enn 8 ár.
Dreingirnir verða førdir á hvør sín varðhaldsstovn fyri ung kriminell. Teir eru nógv teir yngstu á stovnunum. Báðir hava, umframt familjur teirra, fingið nýggjan samleika.
Tvær ferðir verður revsikarmurin longdur, fyrst upp til 10 ár, síðani 15 ár.
2001: Verða teir tó royndar-leyslatnir.
2002: Jon Venbles verðu handtikin og skuldsettur fyri at hava barnaporno í sínari varðveitslu. Hann situr í fongsli í dag. Robert Thompson er úti av varðhaldsstovninum og livir onkrastaðni í dag eitt dult lív.
”Vit mugu fordøma eitt sindur meira og skilja eitt sindur minni”
Viðmerking frá John Major, premierministara um Bulger sakina.
15 Handlinger foretagne af børn under 15 år straffes ikke.
Bekendtgørelse af straffeloven, 2004, Danmark
TVAZZ hevur meira tilfar, umframt undirvísingartilfar um málið.
Set teg í samband við TVAZZ um tú vilt hava hetta útflýggjað.
Ummæli eftir Ingvør í Haraldsstovu
Øll børn eru børn hjá øllum.
Ein roynd at seta sjónleikin “Tey óndu” inn í okkara veruleika.
Børn sum skulka úr skúlanum, børn sum heldur mala í SMS og hanga út í Steinatúni. Tað kenna vit væl. Og hvussu vit so prædika fyri teimum, um týdningin av at ganga í skúla, so rínur tað ikki við, tí summi av hesum børnum hava einki lívsmót og vænta sær einki av framtíðini...

Sjónleikabólkurin TVAZZ, spælir í løtuni leikin “Tey óndu”, sum byggir á eina hending, sum fór fram í Liverpool í 1993, og sum í veruleikanum bara er um tveir “heilt vanliga umsorganarsviknar” 10 ára gamlar dreingir. Teir skulka um dagin og tá dagurin er liðin hava teir dripið eitt barn!!!
Svenski Rithøvundurin Niklas Rådstrøm, skrivaði leikin í 2006. Tá leikurin fyrstu ferð bleiv spældur, í London í 2009, 16 ár aftaná sjálva hendingina, vóru røddir frammi um, at tað ikki er rætt at “volkra” sær í sorgini hjá øðrum. Men sum leikararnir siga:
“Hóast vit av øllum alvi royndu at leggja hann frá okkum, skumpa hann burtur, goyma hann í niðastu skuffu, so bankaði hann allatíðina uppá. Sum um hann tvíhelt um at vera tikin fram í ljósmála. Magakenslan gjørdi, at vit noyddust at taka hann fram aftur. Angistin fyri tí allar ringasta, sum hugsast kann: At okkurt hendir við okkara børnum – var tað, sum dreiv okkum í avgerðini um at seta júst hendan leik á pall”.
TVAZZ, takk fyri, at tit, uttan at volkra tykkum í sorgini hjá øðrum, uttan at tosa um offur og bøðlar, uttan at “yvirdramatisera” temaðið, spæla ein fantastiskan leik. Formurin er spennandi. Einfaldur og ráður. ”Tey óndu” er ikki ein traditionellur leikur, har man sum áskoðari situr afturá og eygleiðir hendingarnar, sum fara fram á pallinum. Tit bróta “tann fjórða veggin”, tá ið tit tosa beinleiðis við áskoðaran, og við nøkrum spennandi interaktivum detaljum, kendi eg tað sum um, at eg var við í eini roynd at svara nøkrum av lívsins stóru spurningum: Hví eru summi menniskju “ónd”? Og hvat inniber tað at vera medmenniskja?
Leikurin ”Tey óndu” snýr seg um, at 38 menniskju sóu Jon og Robert fara avstað við 2 ára gamla James. Men tey sóu bara tað, sum tey sjálvi vildu síggja. Ella tey hugsaðu, at onkur annar grípur sikkurt inn. Tað haldi eg er ótrúligt. Men tað er veruleikin. Seinni um kvøldið vóru tveir 10 ára gamlir dreingir blivnir drábsmenn og ein mamma hevði mist sítt barn. Tá ið Gunnvá Zachariassen spælir mamma dripna barnið, kendi eg tað sum um, at sorgin og meiningsloysi hekk undan loftinum á Tjóðpallinum. Hóast tað, er mítt fokus í dag, á teimum báðum, Jon og Robert.

Tað er altíð ein orsøk til, at eitt barn ikki er empatiskt, t.v.s. ikki fær sett seg inn í hvussu onnur hava tað. Menningarástøðini eru fleiri, men tann sosiala arvin fáa vit øll. Bakgrundin hjá Roberti og Jon er klassisk fyri børn, sum ikki trívast. Harðskapur, rúsdrekkamisnýtsla og einsamallar mammur, ið sjálvar eru blivnar sviknar. Børn úr hesum familjum eru útsett uppá allar mátar. Manglandi lívsgleði og manglandi sjálvsvirði kann fáa tey at vilja hevda seg sjálvi, við at gera seg inn á onnur, ella umvent, at tey ikki hava mót at seta seg upp ímóti teimum, sum gera seg inn á tey. At vit vita, at børn úr fíggjarliga illa stillaðum familjum ikki altíð fáa optimalar menningarmøguleikar, máa vit eisini viðganga.
Eg blívi onkuntíð “stungin” við, at tað kann ikki hava so ólukksáliga nógv uppá seg at arbeiða við børnum og ungum. Og rætt skal vera rætt, har sum eg arbeiði er fyri tað mesta “fest og ballada”. Tey allar flestu børnini eru glað, hava eitt gott bakland og eru fylt við lívsgleði og lívsmóti.
Og so eru tað tey børnini, sum hóast tey eru fá, fylla nógv í húsinum, fylla alla skránna til starvsfólkafundin, og fylla okkum stravsfólk við sorg um, at øll børn hava ikki fingið tað góða lívið í vøggugávu. Fyri at rúma hesum børnum, fyri at tora at vera við í teirra lívi og fyri ikki at missa móti, tá ið tey sjálvi missa tað, krevst faklig vitan um, hvat hevur gjørt, at tey eru sum tey eru. Tað krevst faklig vitan um, hvussu man arbeiðir námsfrøðiliga við hesum børnum, og hvussu man setur realistisk mál í mun til tey og teirra bakland.
Øll árini eg havi starvast sum námsfrøðingur, havi eg upplivað at arbeiða saman við fólki, sum eru fakliga væl fyri og brenna fyri sínum arbeiði. Her hugsi eg ikki bara um okkum námsfrøðingar og hjálparfólk, men eisini um t.d. heilsusystrar, sosialráðgevarar, lærarar og løgreglu. Men faklig vitan og eitt stórt hjarta er ikki altíð nóg mikið, tá ið vit arbeiða við sviknum børnum. Vit mugu sum samfelag og medmenniskju avgera, at ØLL BØRN ERU BØRN HJÁ ØLLUM! Vit máa seta alt inn fyri at hjálpa, tá ið foreldur ikki orka ella duga at vera foreldur. Tað má ikki sparast á føðideildum, hjá heilsusystrum ella í vøggustovum og barnagørðum. Tí, tá ið skaðin er hendur, tá ið eitt barn hevur ment ein óempatiskan atburð, tá er tað ofta ov seint at “hjálpa” barninum at fáa eitt virðiligt lív.
Leikurin vísur á hendingar, har børn drepa børn upp ígjøgnum tíðirnar. Tað er ein sterk detalja. Vit fáa ongantíð eitt samfelag, har øll børn hava tað gott. Men hvussu víkir og vendir eru børnini tað allar týdningarmiklasta í einum samfelag. Tey eru okkara egna framtíð.
Í veruleikanum er tað besta bara at vera medmenniskja. Tí at, tað at vera medmenniskja er at kenna á sær, tá ið familja, starvsfelagir, vinfólk, grannar o.s.v. ikki hava tað gott. Tað er at rætta eina hjálpandi hond og tað er at tora at blanda seg í lívið hjá øðrum, um tað er neyðugt.
Vinaliga
Ingvør í Haraldsstovu
Námsfrøðingur í Margarinfabrikkini

Leikstjórn // Director: Petra Berg Holbek
Pall- og ljóssnið // Scenography and light: Egil Barclay Høgenni Hansen
Framleiðsla // Production: Gunnvá Zachariasen og Rakul Thomsen
Leikarar // Actors: Tine Gotthelf, Kjartan Hansen, Gunnvá Zachariasen
Týðing // Translation: Gunnvá Zachariasen
Forlag // Publishing House: Drakan í Svøríki
2012: Framført á Tjóðpalli Føroya, januar-februar
2013: Framført í mentanarhúsinum Katuaq í Nuuk, Grønlandi
2014: Framført á teater FÅR302 undir CPH.STAGE2014