Fundamentalisturin eftir Juha Jokela (2007)
– ein leikur um trúgv – og vón – og kærleika.
Heidi, sum er nýfrelst og bókstavtrúgv kristin vitjar sín gamla lærumeistara, prestin Markus, eftir nógv ár. Heidi hevur slept síni villu fortíð og er nú gift við einum pastori í eini Evangeliskari fríkirkju og hevur tvey børn. Markus, hinvegin, er sum prestur komin í eina djúpa kreppu um sína trúgv. Hansara nýútgivnu greinar um sín iva á kristnu trúnna er orsøkin til vitjanina hjá Heidi. Hon vil vissa hann um bert at líta á Bíbliuna. Sum kvøldið líður, eru vit vitni til eitt veruligt trúarstríð millum tey bæði um spurningin um trúgv og um Guð er kærleiksfullur – og brennandi spurningurin er: Hvør av teimum er í grundini fundamentalisturin? Ein samrøða, sum fær álvarsamar avleiðingar fyri bæði tvey á hvør sín hátt.
Finski høvundurin Juha Jokela vann norðurlendsku dramatikaravirðislønina 2008 fyri leikin Fundamentalisturin.
Leikurin varð framførdur á Tjóðpalli Føroyar á heysti 2007 og á Tampere International Theatre Festival 2008.
The Fundamentalist by Juha Jokela (2007)
A play about faith – and hope – and love.
Heidi, a born-again Christian, looks up her former mentor, Markus after many years apart. Heidi has lived life on the wild side but is now married to a pastor in an Evangelical church and has two children. However, Markus, a clerk, has deep personal doubts about his faith at this stage in his life. His newly released publication about these doubts is the very cause of Heidi’s visit as she wants to convince him to put his trust in the Holy Bible. As the night goes on, we witness their cat-and-mouse* discussion about faith – and the burning question is: which of them is, in fact, the fundamentalist? The conversation has profound consequences for both of them.
Playwright Juha Jokela (Finland) won the Nordic Dramatic Prize 2008 for The Fundamentalist.
Performed at the National Theatre Oct-Nov 2007 and at Tampere International Theatre Festival 2008.
Leikbólkurin Tvazz vísti við uppsetingini av “Køksdrotningarnar” eftir Werner Schwab í fjør eitt høgt ambitiónsstøði, og at í Tvazz eru bæði vilji og evni at gera hol í sjógvin innan føroyska leiklist. Uppsetingin av Fundamentalistinum eftir finska skaldið Juha Jokela er enn ein leikuppseting, ið setir dagskránna – bæði listarliga og innihaldsliga.
– Mikkjal Helmsdal, leiklistafrøðingur, Sosialurin okt. 2007 um leikin Fundamentalisturin.
Høvundur // Playwright: Juha Jokela (Finland)
Leikstjórn // Director: Petra Berg Holbek
Týðing // Translator: Gunnvá Zachariasen og Annika Hoydal
Rúm og ljós // Set and light: Egil Barclay Høgenni Hansen
Framleiðsla // Production: Gunnvá Zachariasen
Leikarar // Actors: Bárður Persson (Markus), Gunnvá Zacharisaen (Heidi)
Sangur // Music: Annika Hoydal
Myndir // Photos: Egil Barclay Høgenni Hansen
Forlag // Publisher: Nordiska Aps.
Leikurin varð framførdur á Tjóðpalli Føroya á heysti 2007 og á Tampere International Theatre Festival 2008. // Performed at the National Theatre Oct.-Nov. 2007 and at the Tampere International Theatre Festival 2008.
Juha Jokela vann norðurlendsku dramatikaravirðislønina 2008 fyri leikin Fundamentalisturin // Playwright Juha Jokela (Finland) won the Nordic Dramatic Prize 2008 for The Fundamentalist.